Førleiki í Útlegd (ABERDEEN)

fundur við lesandi/útisetar í Aberdeen 21.november Vit vilja fegin bjóða tykkum til tiltak við heitinum Førleiki í Útlegd. Vit eru serliga áhugað í at hava eitt orðaskifti, sum kann geva okkum nakrar ábendingar um, hvørja fatan lesandi og útisetar hava av vinnulívinum og samfelagnum sum heild eftir at hava búð í einum øðrum landi. Tiltakið er í sambandi við eina verkætlan við sama navni, stuðla av Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum og Eik, sum snýr seg um samleikar, hugburðar og framtíðarætlanir hjá føroyskum lesandi og útisetum í Bretlandi.

Skrá Áki Johansen, sendifólk í London bjóðar vælkomin. Rógvi Absalonsen, starvslesandi, greiðir frá um verkætlanina "Førleiki í útlegd". Marita Rasmussen, stjóri á Vinnuhúsinum, greiðir frá hvat vinnulívið hevur at bjóða. Vit vóna at hava umboð frá Tórshavnar Kommunu við til tiltakið, men av tí at kommunuval verður 12. november er hetta enn heldur óvist.

Síðani verður orðaskifti við kjakspurninginum: hvat er eitt spennandi og lokkandi vinnulív?

Stað: Hilton Treetops, Springfield Road, Aberdeen AB15 7AQ Dagfesting: 21. november Tíð: kl. 17.00 - 20.00

Bussur koyrir úr miðbýnum til hotellið kl 16.15 og aftur aftaná tiltakið, sum væntandi endar kl. 20. Vit skulu siga tykkum nærri frá um hetta.

Tiltakið verður skipað bæði sum ein formligur fundur og síðani sum ein óformlig hugnaløta við ábiti og drekka, har høvi verður at tosa saman um evnið. Tað hevði hjálpt sera nógv, um tit tekna tykkum til tiltakið við at senda ein teldupost til rogvia@mfa.fo ella við at ringja á nummar 07976 471807 áðrenn týsdagin 18. november.

Vit vóna at fáa eitt áhugavert og hugnaligt kvøld.