MFS-limir fáa avsláttur á útvaldum bókum til jóla

Tey sóu reyttBókin “Tey sóu reytt” er søgan um ytsta vinstravongin í kalda krígnum, sum vildi kollvelta føroyska samfelagið. Páll Holm Johannesen hevur skrivað. Bókin kostar vanliga 198,- í handlunum, men sum MFS limur kanst tú keypa fyri hana fyri 150 krónur. Skriva til Páll Holm Johannesen á pallurin@hotmail.com. Bókin skal avheintast í Tórshavn.

Valið og valdið Bókin “Valið og Valdið” viðger løgtingsvalið 2011 úr fleiri ymsum sjónarhornum. Í seytjan tíðargreinum lýsa og greina seytjan høvundar valið og valúrsliti. Høgni Reistrup og Stefan í Skorini hava ritstjórnað.Bókin kostar vanliga 198,- í handlunum, men sum MFS limur kanst tú keypa fyri hana fyri 158 krónur. Skriva til Høgna Reistrup á reistrup@gmail.com.

GUD - er hann deyður? Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan – hesa ferð við føroyskum høvundum. Bókin byggir á ráðstevnuna „Er Gud deyður?,“ sum var í Norðurlandahúsinum á sumri í 2011. Heini í Skorini og Janus á Ryggi hava ritstjórnað. Bókin kostar vanliga 198,- í handlunum, men sum MFS limur kanst tú keypa hana fyri 158 krónur. Ger eina flyting á kontu 9181 120.371.3 í EIK og send navn og bústað til elisabeth@bms.fo og bókin verður send tær við postinum.