Bókaklubbin við á donsku bókamessuni, Bogforum

Aftur í ár bjóðar Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarfelags øllum áhugaðum ókeypis atgongumerki til stóru árligu bókamessuna í Forum í Keypmannahavn. Messan verður í døgunum 11.- 13. november.

 Føroyingar, sum búgva niðri, vilja flestir, at børn teirra læra móðurmálið, og til hetta er bókin eitt sera hent amboð, sum styrkir barnið málsliga. Í Bókaklubbanum eru vit errin av at kunnu bjóða fram góðar føroyskar dygdarbøkur til læruríku løturnar saman við barninum.

Her finnur tú okkum Bókaklubbin heldur til saman við Bókamiðsøluni og forlagnum Torgarð á bási nummar 41- A.Á básinum verða nýggjastu útgávurnar hjá Bókadeildini. Her er talan um bæði barna- og ungdómsbøkur, krabbabøkur, Pixi-bøkur og STROK.

Í samband við bókamessuna hevur Bókaklubbin nógv góð tilboð til teirra, sum leita sær til bás okkara, so høvið verður bæði at økja um bókarúgvuna hjá sær sjálvum og keypa eina bíliga føroyska jólagávu. Teknar tú teg sum lim, fært tú sjálvandi eina gávu á staðnum.

Soleiðis ognar tú tær atgongumerki Fyri at ogna sær atgongumerki, kanst tú skráseta teg á bokaklubbin.fo ella ringja til 617644. Seinasta freist at boða frá er mánadagin 7. november. Atgongumerkini verða send við postinum.

BarnaBókaForum Nógv spennandi er á skránni í ár, og serliga nógv verður gjørt burtur úr til børnini, sum fáa sítt egna øki við egnum palli og bókhandli, har til ber at síggja og keypa tær allarnýggjastu bøkurnar.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri BarnaBókaForum. BarnaBókaForum vendir sær einamest til tey trý til tólv ára gomlu børnini – og foreldur teirra sjálvandi – við upplestri og undirhaldi. Á pallinum kanst tú millum annað hitta Lene Kaaberbøl (Skammarabøkurnar) og Kim Fupz Aakeson (Hanniball, krabbabók).

Tey vaksnu kunnu eins og undanfarin ár hoyra samrøður við flest allar rithøvundar, sum hava givið bøkur út á donskum í ár, umframt nógvar áhugaverdar fyrilestrar.