Ræstkjøtaveitslan í Århus - Áarstova & MFS

Árliga ræstkjøtaveitslan er vorðin ein fastur og týðandi táttur í virkseminum hjá Føroyingafelagnum í Århus. Veitslan er eitt frálíkt høvi hjá útisetum at koma saman, og felagið hevur á hvørjum ári lagt dent á at tryggja gestunum eitt gott kvøld. Aftur í ár, hava fyriskipararnir av veitsluni gjørt sítt til, at gestirnir skulu fáa eitt ógloymandi kvøld. Lagt verður út við vælkomstløggi og loungetónleiki við Finni Jensen. Síðani verður fari til borðs, har borðreitt verður við súpan, røstum føroyskum kjøti og mandlurísi. Sjálvandi skal mandlan eisini finnast! Undir borðhaldinum verður felagssangur og undirhald. Møguleiki verður fyri at keypa bíligar drykkjuvørur úr báðum vælbrynjaðu barrunum.

Veitslan verður skipað við einum veitslustjóra, sum í ár verður Heri á Rógvi. Eisini verður lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum. Eftir borðhaldið hava vit fingið vælumtókta suðuroyarbólkin Revival at spæla til dans, hervið eru vit garantera gott lív á dansigólvinum. Eftir at hava svingað alla náttina á dansigólvinum nýtist ongum at fara svangur til húsa, tí súpan verður tá ið líður móti morgni.

Veitslan verður hildin leygarkvøldið 15. november. Dyrnar lata upp kl.19.00 og borðhaldið byrjar kl. 20.00. Kostnaður fyri veitsluna er 275 kr fyri limir og 475 fyri ikki limir. Hevur tú ongantíð áður verið limur í Føroyingafelagnum í Århus, ber til at tekna limagjald fyri 100 kr og harvið keypa atgongumerki fyri einans 375 kr (tvs. 275 kr fyri atgongumerki + 100 kr limagjald). Um onkur kundi hugsað sær, bert at komi til dansin, er kostnaðurin 150 kr. Dansurin byrjar kl. 00.00 og endar uml. kl. 04.00.

Atgongumerki til veitsluna kunnu keypast í Áarstovu leygardagar millum 16.00 og 19.00 og tá ið barrin er opin um kvøldið. Byrja verður at selja nú leygarkvøldið, 18. oktobur.

Vælkomin á ræstkjøtaveitlsu 2008! J Finnið dansiskógvarnir fram og hitið upp til stóra kvøldið!