‘Førleiki í útlegd’ í London við Vinnuhúsinum og Guðrun&Guðrun

Melda teg til Facebook-tiltakið her. Sendistova Føroya í London skipar hin 4. november 2011 fyri spennandi tiltakinum ‘Førleiki í útlegd’, ið vendir sær til útisetar í Bretlandi.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak, sum sendistovan skipar fyri – annaðhvørt ár í London og annaðhvørt ár í Aberdeen. Í ár verður tiltakið fríggjakvøldið 4. november klokkan 18.30 á Sendistovuni í London (55 Sloane Street, SW1X 9SR).

Starvs- og vinnumøguleikar í Føroyum

Endamálið við ‘Førleiki í útlegd’ er at viðgera evnir, ið eru viðkomandi fyri útisetar og tilknýti teirra til Føroya. Serliga miðar tiltakið ímóti at kunna um samfelagsmenningina heima og birta undir kjak um liviumstøður í Føroyum.

Í ár er høvuðsevnið á tiltakinum starvs- og vinnumøguleikar í Føroyum. Serligur dentur verður lagdur á møguleikar og avbjóðingar, ið standast av at virka innan skapandi vinnur.

Nýggi sendimaðurin, Jóannes V. Hansen, bjóðar gestunum vælkomin, og Sendistovan er sera fegin um at kunngera, at Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum og Guðrun Rógvadóttir handan klædnamerkið Guðrun&Guðrun verða lyklarøðarir á ársins tiltaki.

Samfelagsmenning og skapan í fokus

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum fer at leggja fram um vinnu- og arbeiðsmøguleikar í Føroyum. Hon fer millum annað at umrøða, hví tørvur er á útisetum at ríka um føroyskar vinnur og íverkseting, og hvat samfelagið ger og kundi gjørt betri til tess at lokka fleiri útisetum heim aftur. Eisini fer hon at viðgera, á hvønn hátt royndir á føroyska arbeiðsmarknaðinum kunnu vera eins og gevandi sum aðrastaðni – um ikki meira.

Guðrun Rógvadóttir, eigari og stjóri í Guðrun&Guðrun fer at leggja fram um royndir hennara at reka virksemið hjá skapandi fyritøkuni, Guðrun&Guðrun. Hon fer eitt nú at greiða frá fyrimununum av at vera skapandi vinnufólk úr Føroyum. Harumframt fer hon at umrøða avbjóðingarnar, sum hon og samstarvsfelagin Guðrun Ludvig hava havt, eitt nú í sambandi við førleikamenning, netverking og framgongd.

Kjak, prát og hugni

Aftaná framløgurnar verður møguleiki hjá gestunum at seta spurningar, og skipað verður fyri kjaki. Orðstýrari verður Rúnar Reistrup.

Sendistovan bjóðar tvíflísar og drykkjuvørur, og høvi verður eisini hjá gestunum at hitta aðrar útisetar og netverka undir hugnaligum umstøðum.

Fráboðan

Tiltakið er ókeypis. Tey, ið vilja luttaka, verða vinarliga biðin um at boða Sendistovuni frá við at senda ein teldupost til internlon@mfa.fo ella ringja á telefon 020 7333 0234.

Freistin at boða frá luttøku er týsdagin 1. november 2011.