Kommunuvalið 2008 (KBH)

Komandi týsdag kl. 20.00, 11. november, skipar MFS fyri kommunuvalskvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Vit fara at lurta beinleiðs eftir Útvarp Føroya, og úrslitini vera víst á stórskýggja.

Í hesum sambandið fara 4 fólk at greiða nærri frá valinum. Flóvin Eidesgaard fer at greiða frá um Suðuroyggjna & Sandoy, Petur Martin Hansen um Norðoyggjar, Selma Kristiansen um Eysturoy og Stefan í Skorini um Miðstaðin og hini økini.

Aftur við tiltakinum verður ókeypis turrur fiskur og epli at fáa.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!