Kommunuvalið 2008 (ÅRHUS)

MFS og Føroyingafelagið í Århus hava tiltak í samband við kommunuvalið í Føroyum. Kom í Áarstovu og gerst betri kunnaður um politisku viðurskiftini í Føroyum. Týsdagin 11. nov. kl. 19.30 kemur stjórnmálafrøðingurin Bogi Eliasen, samskipari á Bitland, at greiða frá føroyska kommunuvalinum. Úrslitini frá valinum verða víst beinleiðis á stórskíggja, samstundis sum føroyskt útvarp verður streama av netinum.

Tiltakið er ókeypis. Kaffi og køkur 10 kr.

Meðan tiltakið er á skránni er gjørligt at keypa atgongumerki til Ræstkjøtaveitsluna 15. novembur.

Øll eru vælkomin!