PISUVEITSLAN 2008 (Århus)

Aftur í ár skipar Føroyingafelagið í Århus saman við MFS fyri hugnaligari pisuveitslu, ið serliga er fyri tey ið nýliga eru komin til býin. Tiltakið verður í Áarstovu 27. sept., har byrjað verður við eini máltíð kl 19. Umleið 35 pláss eru í alt, og nýggj í býnum hava framíhjárætt. Um nøkur pláss eru eftir tá veitslan byrjar, eru aðrir limir sjálvandi vælkomnir.

Kl 23 koma Finnur Jensen og Høgni Reistrup at spæla tónleik, og verða dyrnar tá eisini lætnar upp fyri øðrum áhugaðum.

Tey, ið ynskja at verða við til Pisuveitsluna, verða biðin um at melda seg til hjá:

Erlu Petersen tlf. 2230 4145, erla@aarstova.dk - ella Ceciliu Rasmussen tlf. 2986 8976, cecilia@aarstova.dk Eisini er møguligt at tilmelda seg í Áarstovu leygarkvøldini 13. og 20. septembur.

Rindið vinarliga áðrenn veitslan byrjar til konto:

Reg. nr.: 9570 konto nr.: 0002143712

Kostnaður: Pisuveitsla við konsert: 100 kr. Gerst limur í Áarstovu inkl. Pisuveitslu við konsert : 175 kr.

Tey, ið koma til tónleikin um kvøldið keypa atgongumerki við dyrnar frá kl 23.00.

Kostnaður: Limir í Áarstovu: 50 kr. Ikki-limir í Áarstovu: 150 kr.