435 lesandi uttanlands skrásett til valið

Meiri enn tvær ferðir so nógv hava skrásett seg sum veljarar hesaferð Átakið hjá Meginfelag Føroyskra Studenta at fáa lesandi uttanlands at skráseta seg til løgtingsvalið hevur gjørt mun.

MFS sigur í dag, at 435 lesandi uttanlands hava skrásett seg á vallistan til løgtingsvalið, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum við seinasta val, tá 181 vórðu skrásett.

1100 føroyingar lesa uttanlands, og tað merkir, at 40 prosent av teimum, sum hava valrætt, hava skrásett seg.

Kelda: Johnsigurd Johannesen/Kringvarp Føroya.