Grasið er grønari í Føroyum

Um tú vilt hava eitt gott starv, so eigur tú at koma til Føroya. Tað vísir ein kanning, sum Stuðulsstovnurin hevur gjørt millum føroyingar, sum hava tikið hægri prógv. Kanningin vísir, at tað er lættari at fáa fæst starv í Føroyum enn burturi. Kanningin vísir eisini, at eingin munur er á lønini í Føroyum og í Danmark. Fríggjadagin 26. og leygardagin 27. september verður JobMatch stevna á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Á JobMatch fara fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram, og tú kanst finna títt dreymastarv í Føroyum. Harumframt verða viðkomandi framløgur. Fríggjakvøldið verður netverkstiltak í Føroyahúsinum við kjaki um føroyska framtíðarsamfelagið, góðum føroyskum tónleiki og práti við vinir og kenningar.

Á heimasíðuni jobmatch.fo ber til at bíleggja sær eitt "JobPrát", sum er ein óbindandi styttri samrøða (10-15 min.), har tú fært høvið at kunna teg um starvs-, praktik- og serrits møguleikar umframt at greiða frá um teg sjálva/n.

JobMatch vendir sær til útisetar og teirra makar, bæði tey sum eru undir lestri, og tey, sum hava lokið útbúgving og arbeiða uttanlanda. JobMatch ger tað lættari hjá tær at koma í samband við føroyskar fyritøkur og stovnar, og tiltakið er ókeypis.

JobMatch verður fyriskipað av Bitland í samstarvið við Tórshavnar Kommunu og SamVit. Høvuðsstuðlar eru Føroya Banki og Tórshavnar Kommuna.