Bílegg eitt JobPrát og vinn ferðaseðil við Atlantic Airways

JobMatch hevur ENN eitt gott tilboð til tín: Bílegg eitt JobPrát, og tú ert við í kappingini um tríggjar flogferðir frá Atlantsflog. Á starvstevnuni JobMatch kunnu útisetar tekna seg til eina samrøðu hjá teimum fyritøkum ella stovnum, tey eru áhugað at koma í samband við. Samrøðurnar verða á Norðurbryggjuni 26. – 27. september 2008.

Útisetar, sum ynskja at avtala samrøður undan starvstevnuni, kunnu bíleggja eitt JobPrát á heimasíðuni www.jobmatch.fo.

Tey, sum skráseta seg til eitt JobPrát, luttaka í kappingini um at vinna tríggjar flogferðaseðlar frá Atlantsflog. Hepnu vinnararnir fáa hetta at vita, tá tey møta til samrøðuna.

Far inn á www.jobmatch.fo og bílegg eitt JobPrát! Kanska fært tú dreymastarvið og ein ókeypis ferðaseðil til Føroya.