MFS savnar floksformenn í Keypmannahavn

Hóskvøldið 13. oktober verður formansumfar í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv.Tað er MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, sum skipar fyri formansumfarinum, har lesandi og allir aðrir útisetar fáa møguleika at kjakast við føroysku floksformenninar.

Talið av lesandi í Keypmannahavn er rættiliga stórt, og fyri at tey skulu hava møguleika at kjakast beinleiðis við floksformenninar, og floksformenninir við tey, hevur MFS gjørt av at bjóða teimum til kjakkvøld í Keypmannahavn tann 13. oktober.

Floksformenninir, ið fara at luttaka á fundinum eru; Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Johan Dahl (næstformaður), Sambandsflokkurin, Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin, Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, Poul Michelsen, Framsókn og eisini umboð fyri Miðflokkin. Orðstýrari verður Eirikur í Jákupsstovu.

MFS ásannar, at talið av lesandi, ið skráseta seg til val kundi verið væl hægri, og tí fer MFS eisini framyvir at arbeiða við hesum málið. MFS vísir í hesum sambandi á tveir ítøkiligir møguleikar: Annar er, at tey lesandi kunnu skráseta seg gjøgnum umsóknina til Ferðastuðulin, og hin er, at ein heimasíða verður sett á stovn, har tey lesandi beinleiðis kunnu skráseta seg, og eisini kunnu leggja sína lestrarváttan elektroniskt.

Hesar broytingar kunnu tíverri ikki náast til hetta valið, og tí fegnast MFS um, at fimm floksformenn hava tikið sær stundir at møta teimum lesandi í Keypmannahavn, og harvið stimbra áhugan fyri føroyskum viðurskiftum og Føroyum sum heild, so eisini áhugin fyri at skráseta seg til val og velja gerst so stórur sum møguligt.

Hinvegin harmast MFS, at summir flokkar ikki raðfesta tær nærum 1000 atkvøðurnar hjá ungum lesandi í Keypmannahavn, sum í nógvum førum flyta aftur til Føroya við góðum útbúgvingum innanfyri nøkur fá ár.

MFS hevur valt at leggja kjakkvøldið so tíðliga í valstríðnum, so tey lesandi hava góðar stundir at greiða atkvøðu eftir tiltakið, og longu nú hava yvir 100 skrásett seg til tiltakið á Facebook, so Føroyahúsið verður óivað fullsett av lesandi.

Tað ber framvegis til at skráseta seg til val - til og við komandi fríggjadag, og hetta kann gerast við at senda ein teldupost til kommununa ein seinast búði í í Føroyum við umsóknarskjali og lestrarváttan.

Á sjálvum valdegnum skipar MFS fyri valkvøldi, har føroyingar fara at savnast í Føroyahúsinum at fylgja løgtingsvalinum á stórskíggja.

Ynskir tú at frætta nærri, kanst tú venda tær til forkvinnuna í Keypmannahavnarnevndini hjá MFS, Birita í Dali á (+45) 26 42 27 22, ella til skrivstovuna hjá MFS á (+45) 50 90 94 80.