MARKLEYS ÚTBÚGVING (Tórshavn)

Hvat skal eg lesa? Markleys Útbúgving-tiltakið verður í ár í Norðurlandahúsinum mikudagin 24. september.

Um dagin er tiltakið fyri næmingar í seinastu flokkunum í miðnámsskúlunum, og um kvøldið er tiltakið fyri øll onnur útbúgvingaráhugað, t.v.s. øll tey, sum ikki eru við um dagin og øll tey, sum ikki ganga í skúla, men ynskja at koma í gongd við eina útbúgving.

Tiltakið er ókeypis og tiltakið mikukvøldið 24. september byrjar kl. 19.30 og varar til 21.30.

Útbúgving er sera avgerandi, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið. Útbúgving – styttri ella longri – er næstan ein treyt, skalt tú fáa eitt spennandi og mennandi lív. Í samfelagi okkara er náttúrutilfeingið ikki so stórt.

Tí er tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa útbúgvingar, um vit skulu klára at halda livistøðinum í altjóða kappingini. MÚ 2008/09 roynir at vera við at lata upp fyri teimum mongu ókendu valmøguleikunum, sum finnast bæði nær og fjar.

Tað er Altjóða skrivstovan, sum samskipar tiltakið vegna Mentamálaráðið, Lestrarvegleiðarafelagið, MFS og Altjóða Skrivstovuna.

SKRÁIN