Kjakkvøld á REX nú fríggjakvøldið!

Fríggjakvøldið 25. juli skipar MFS fyri árligu lestrarstevnuni á REX í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 19.00. Á skránni verður politiskt kjak, undirhald, tónleikur og ábit. Tiltakið er ókeypis. Politiskt kjak Umboð úr samgonguni og andstøðuni fara at kjakast um førda útbúgvingarpolitikkin í Føroyum. Undan kjakinum kunnað lesandi úr Norðuratlantsbólkinum um sínar kanningar millum føroyskar útisetar í Danmark. Sum støðan er, eru mong ið fara úr Føroyum í lestrarørindum uttan at koma heimaftur. Spurt verður hvørjar orsøkirnar eru til hesa gongd og um nóg mikið verður gjørt fyri at venda gongdini. Politisku umboðini fara at geva síni boð og høvi verður hjá fólki at seta spurningar og siga sína hjartans hugsan um evnið. Millum politisku umboðini vera eitt nú Sjúrður Skaale, Magni Laksafoss og Eyðgunn Samuelsen.

Undirhald Jákup Veyhe undirheldur.

Tónleikur Finnur Jensen spælir.

Ábit Ókeypis ábit og okkurt leskandi verður til øll sum koma.

Verið vælkomin til eitt spennandi kvøld!