Lesandi í Aberdeen: Skrásting til komandi Løgtingsvalið

[caption id="attachment_2180" align="aligncenter" width="480" caption="Vit eru í New Library"][/caption] Mikudagin kl. 11:00 - 16:00 situr MFS í caféini í bókasavninum, og skrásetur fólk til komandi Løgtingsvalið. Um tú ivast í, hvussu tað skal gerast, ella bara vil tryggja tær, at alt er ok, er bara at koma framvið onkuntíð í tí tíðarbilinum. Tað einasta tú skal hava við, er eitt avrit av lestrarkortinum, SU váttan ella eitt avrit av Academic Record frá Student Portal, fyri at prógva, at tú er lesandi. Skrásetingarskjølini hava vit, og tá tað er fylt út, skanna vit í MFS skjølini inn og senda tey til røttu kommununa.

Sí annars meira á Facebook her.

Vinarliga, Regin og Martin