At flyta heimaftur

Mikudagin 7. mei skipa EIK & MFS fyri tema-kvøldi úti á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Tema'ið er "At Flyta Heimaftur".

Tiltakið byrjar kl. 19.00 har fólk frá EIK fara at greiða frá um m.a.: * Bústaðarviðuskifti í Føroyum * Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum * Ansingarviðurskifti - bíðilistar og prísir * Útrokningar uppá at keypa hús, fígging * Eik (og starvsmøguleikar) * Ungdómsdeildin * Hugleiðing frá heimafturkomnum føroyingi

Undir tiltakinum verður ókeypis smyrjibreyð við føroyskum viðskera, m.a. skerpikjøt og rullupylsu, og eisini okkurt til tostan.

Eftir framløguna fer HØGNI LISBERG at spæla.

Tiltakið vendir sær til øll ið ætla at flyta heimaftur til Føroyar - fyrr sum seinni. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin! Tiltakið endar um 21.00 tíðina.

PS: Tiltakið er á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn - www.bryggen.dk