Undirskriftarinnsavnan: "Vit ynskja lestrarstuðul 12 mðr. um árið"

Skriv viðvíkjandi okkara ónøgdsemi við manglandi lestrarstuðuli í juli mánaða. Vit vilja við hesum skrivi vísa okkara stóru ónøgd við, at vit sum lesandi ongan stuðul fáa í juli mánaða. Vit halda hetta vera púra burturvið tí m.a;

Kunnu tit ikki vænta, at øll lesandi kunnu fáa arbeiði í einans 1 mánaða, serliga tá hugsað verður um okkara høga arbeiðsloysi í landinum.

Flestu dagstovnar verða stongdir í juli mánaða. Tískil er tað nærum ógjørligt at útvega sær eitt arbeiði, vegna vantandi barnaansing.

Teir stovnar, ið hava opið í juli mánaði mæla til, at børnini hava frí í tríggjar samanhangandi vikur, t.v.s. at stovnsgjaldið má rindast óansæð.

Tey flestu hava somu útreiðslur í juli mánaða, sum allir aðrar mánaðir, og tískil mugu rokningar útsetast, vegna vantandi stuðul.

Familjur vera fíggjarliga illa fyri, vegna ov lágan og manglandi lestrarstuði!

Bøkur skulu keypast, tá ið skúlin byrjar aftur hálvan august – hóast eingin hevur fingið lestrarstuðul síðani juni mánaði.

Fylgjurnar:

Teir fylgjandi mánaðarnir eftir skúlabyrjan gerast sera tungir, tá tey flestu hava bíðað við at goldið ymiskt, tí tað ikki var peningur tøkur í juli mánaði. Hetta ger at tey flestu koma í ein óndan sirkul, har tey t.d ikki fáa rindað tað tey skylda fyrr enn mánaðir seinni.

Støðan í DK samanborið við støðuna í FO:

Í Danmark verður stuðul veittur til tey lesandi alt árið – 12 mánaðir. Tann árliga stuðulsupphæddin er 65.862 krónur, og vil ein lesandi, ið er 18 ár ella eldri og uttan starv, gjalda umleið 7.000 krónur í skatti av stuðlinum, soleiðis at netto-stuðulin verður 58.862 krónur árliga. Í Føroyum er árligi stuðulin skattafríður, men upphæddin er bert 41.107 krónur – ella heili 17.775 krónur minni enn í Danmark. Í prosentum er hetta 30 prosent minni. Verður so tikið við, at kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar í miðal eru 14 prosent dýrari at liva í enn Danmark, so gevur hetta ein reellan mun á heili 40 prosent!, skrivar Meginfelag Føroyskra Studenta.

Skrivi undir um tit eru samd. Innsavningin er at finna her.

Stig til hesa undirskrift innsamling hava lesandi á Fróðskaparsetur Føroya - Føroya Læaraskúli tikið. Minnist til at skriva inn navn, eftirnavn og búðstað.