Valstríð: Eru vit líka glað ella líkaglað? – Lesandi

[Sosialistisk Ung skriva:] Trøllvaksnar mammurumpur

Elisabeth Steinberg býr í Klaksvík hjá ommu og abba sínum. Hon er 25 ára gomul og lesur stjórnmálafrøði á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum í Havn. “At búgva heima hjá ommu og abba, sum 25 ára gomul, er sum at fara tíggju ár aftur í tíðina,” sigur hon. Elisabeth vil gjarna flyta í egið kamar ella íbúð tættari við skúlan. Eina tíð royndi hon at leiga íbúð í Havn, men studningurin áljóðandi kr. 3.737 rakk ikki til, so hon varð noydd at arbeiða við síðurnar av. Tá gekk betur at rinda leiguna, men verri við tí fakliga. Av teirri orsøk flutti hon norður aftur til familjuna í Klaksvík, so hon aftur hevði tíð at hugsavna seg um at lesa (restin av greinini er at finna á roddin.fo)

MFS vilja fegin hoyra frá bæði ungmannafeløgunum og politisku flokkunum annars. Peiki okkum gjarna á hóskandi tilfar.