Núverandi lestrarstuðulin í Føroyum 30% minni enn í Danmark

Í Føroyum hava lesandi møguleika at fáa stuðul til livikostnað, meðan tey lesa. Sambært kunngerðini, er endamálið við stuðlinum at gera tað fíggjarliga lættari at nema sær útbúgving. MFS vil við hesum varpa ljós á, at núverandi lestrarstuðulin ikki er nøktandi í tann mun, at hann ikki veitir haldgóðan stuðul til tey lesandi.


Tvær ferðir 37 Lesandi í Føroyum fáa kr. 3.737 í lestrarstudningi ellivu mánaðir um árið. Fyri hendan peningin skal hin lesandi gjalda húsaleigu, matvørur, skúlatilfar, kringvarpsgjald o.s.fr.. Ein nýtist ikki at vera talsnillingur fyri at ásanna, at stuðulin á ongan hátt røkkur til tær mest neyðturviligu útreiðslurnar. Tey lesandi í Føroyum noyðast annaðhvørt at eiga pening á bók ella lána pening fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Húsaleigan skal eisini gjaldast 12. mánaðin Við núverandi skipan verður stuðul ikki latin í juli mánaði. Hetta hóast at tey lesandi eisini hava útreiðslur í summarmánaðinum sum t.d. húsaleigu, ið tað snøgt sagt ikki er gjørlig at spara burtur. Við lága lestrarstudninginum hinar ellivu mánaðirnar er tað haraftrat nærum ógjørligt at leggja pening til síðis til 12. mánaðin. MFS vil við hesum vísa á, at tað ikki er nøktandi, at stuðulsskipanin ikki veitir stuðul alt árið.

40% minni enn um tú lesur í Danmark Í Danmark verður stuðul veittur til tey lesandi alt árið – 12 mánaðir. Tann árliga stuðulsupphæddin er kr. 65.862, og vil ein lesandi, ið er 18 ár ella eldri og uttan starv, gjalda umleið kr. 7.000 í skatti av stuðlinum, soleiðis at netto-stuðulin verður kr. 58.862 árliga. Í Føroyum er árligi stuðulin skattafríur, men upphæddin er bert kr. 41.107 - ella heili kr. 17.755 minni enn í Danmark. I prosentum er hetta 30% minni. Verður so tikið við, at kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar í miðal eru 14% dýrari at liva í enn Danmark, so gevur hetta ein reellan mun á heili 40%!


Føroyar: Lestrarstuðul 11 x 3.737 kr. 41.107 kr.

Skattur - 0 kr.

Netto-stuðul um ári 41.107 kr.


Danmark: Lestrarstuðul 12 x 5.486 kr. 65.862 kr.

Skattur (Kbh kommuna) - 7.021 kr.

Netto-stuðul um ári 58.841 kr.

MUNUR - 17.734 kr. // - 30%

Munur um føroyska kostnaðarstøði verður tikið við:

REELLI MUNUR (41.107 kr – 14%) – 58.841 kr. - 23.489 kr. // - 40%


Ikki ráð at lesa í Føroyum Sum nevnt omanfyri er endamálið við stuðulsskipanini at gera tað fíggjarliga lættari at nema sær útbúgving. Men MFS loyvir sær við hesum at seta spurnartekin við, um endamálið er rokkið við núverandi skipan. Ein fortreyt fyri at gera útbúgving lættari er, at útbúgving yvirhøvur er gjørlig. Við núverandi skipan eru tað alt ov mong lesandi, ið als ikki hava ráð at lesa í Føroyum. Tað eru sostatt ikki øll, ið hava møguleika at taka eina útbúgving í heila tiki.

Gerið tað gjørligt MFS er sannført um, at tað er samfelagnum at frama, at fleiri útbúgvin fólk koma á arbeiðsmarknaðin. Lestrarstudningurin er tískil ikki bert ein útreiðsla, men ein íløga í framtíðina. Endamálið er ikki, at tey lesandi skulu gerast rík, meðan tey lesa. Men endamálið eigur at vera at gera tað gjørligt hjá teimum lesandi at vera lesandi í Føroyum.

Neyðugar broytingar MFS skjýtir tí upp, at skipanin verður broytt soleiðis at stuðulin í fyrsta lagi verður latin alt árið. Í øðrum lagi eigur skipanin at broytast soleiðis, at stuðulin gerst meira enn bert ein symbolsk upphædd. Hetta soleiðis at tann lesandi gerst førur fyri at forsyrgja sær sjálvum og gera útbúgving sína lidna og á henda hátt koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin við vitan síni. Hetta eru neyðugar broytingar, um Føroyar ynskir at geva øllum ein kjans at nema sær eina útbúgving í Føroyum.