PISA-Kanningin í Føroyahúsinum

Føroyar-Brasilien 0-0?Hvat vísir PISA? Kann PISA brúkast í Føroyum?

Fyrsta føroyska PISA-kanningin gav mongum ein skelk. Føroyar eru á støði við Brasilia, og tað er tíverri ikki í fótbólti, men í lesing.

Nógv hevur verið kjakast um úrslitið av PISA-kanningini, fólkaskúlan og føroyskar fólkaskúlanæmingar. Eisini hevur sjálvur kanningarhátturin verið fyri at. nningum, m.a. tí partar av innihaldinum eru loyniligir.

Flóvin Eidesgaard, sum arbeiðir á SFI-SURVEY, hevur verið við til at gera føroysku PISA-kanningina og danskar PISA-kanningar. Í framløgu, sum MFS skipar fyri, fer Flóvin at greiða frá um PISA-kanningina við serligum atliti til ta føroysku. Hann fer at leggja nøkur nýggj úrslit úr PISA fram, umframt at gera viðmerkingar til tey úrslit, sum hava verið frammi og at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er, at úrslitini verða tulkað og brúkt á rættan hátt. Flóvin fer at koma inn á alt frá uppgávum, sum hava verið brúktar í PISA, til statistiskar mannagongdir til bæði datainnsavning og dataanalysu.

Tiltakið verður í Føroyhúsinum í Keypmannahavn hóskvøldið 10. apríl kl. 20.00. Tiltakið er ókeypis!