Fólkatingsval í Føroyahúsinum í KBH

Kom innar til eitt hugnaligt fólkatings-café kvøld, har vit fara at fylgja bæði tí føroyska og tí danska valinum.

Vit fara at vísa "føroyska" fólkatingsvalið frá Kringvarpinum beinleiðis á stórskýggja.

Møguleiki verður at tippa um val-vinnarnar, og eisini verða 2 umfør av fólkatings-pub quiz - eitt um FO og eitt um DK. Vinnarnir fáa leskiligar vinningar sama kvøldið. :)

Heini Davidsen fer at fortelja nakrar stuttligar føroyskar fólkatings-røvara søgur.

Og MFS bjóðar eisini ókeypis val-flæskesvær og snacks!

Tiltakið verður hósdagin 15. september kl. 19:00, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og halda vit áfram til úrslitið er kunngjørt.

Tiltakið á Facebook