Føroyskur politikkur eftir løgtingsvalið

Í samband við løgtingsvalið, sum var 19. januar, bjóðar MFS øllum føroyingum í Århus og Keypmannahavn til tvær feskar eftirmetingar av løgtingsvalinum. Fyrra eftirmetingin verður hóskvøldið, 31. januar kl. 20 í Áarstovu í Århus, og seinna eftirmetingin verður fríggjakvøldið, 1. februar kl. 21 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað verður føroyski stjórnmálafrøðingurin í Århus, Bogi Eliasen, ið fer at greina politiska landslagið í Føroyum eftir løgtingsvalið.

Umframt at verða javnan nýttur sum politiskur serkønur í føroysku fjølmiðlunum, arbeiðir Bogi sum ráðgevi í fyritøkuni Implementerer, er atknýttur partnari í Bitland, og er eisini annar av vertunum í sendingini um uttanríkispolitik hjá Kringvarpinum Úthav.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.