Kjakfundur í Føroyahúsinum 2. september

GG: Valevnini skipa fyri tiltakinum, ikki MFS. Fólkatingsvalið er útskrivað, og tað merkir, at Føroyar um skamma stund skulu samstarva við eina nýggja danska stjórn. Hvussu kann valið ávirka sambandið millum Føroyar og Danmark, sæð við bláum og reyðum brillum? Hendan spurningin fara tey fíra valevnini úr Keypmannahavn – Annika Smith úr SF, Bo Sandberg úr Socialdemokraterne, Rasmus Jarlov úr Konservative og Martin Henriksen fyri Dansk Folkeparti – at kjakast um komandi fríggjadag, tann 2. september frá kl. 17.00 – 18.30 í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A, 1620 København V.

Kom inn og hitt valevnini og ger tína ávirkan galdandi til komandi valið. Vit gleða okkum at bjóða vælkomnum.

Vinarliga; Annika Smith Bo Sandberg Rasmus Jarlov Martin Henriksen