Fara nú at byggja bíligar íbúðir

Nú fer tað at bera til at byggja bústaðir, har leigan verður so mikið bílig, at stakir uppihaldarar, lesandi, ung húski við børnum, pensjónistar og ymsir samfelagsbólkar við serligum tørvi, eisini fáa ráð til at fáa sær líkinda tak yvir høvdið, sigur landsstýrismaðurin. Hetta fer at geva okkum ein munandi fjølbroyttari bústaðarmarknað, enn vit hava nú og tað hevur stórur tørvur verið á, leggur hann afturat. (Restin av greinini er at finna á aktuelt.fo) MFS fegnast um ætlanina og ynskir góða eyðnu!