Føroysk lesandi rinda yvir 40 milliónir í skatti

Føroysk lesandi rinda yvir 40 milliónir krónur í skatti um árið. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Kári á Rógvi, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu nógv tað hevði kostað at givið fulltíðarlesandi ein skattafrían frádrátt í inntøkuni upp á 80.000 krónur um árið í fimm ár. Landsstýrismaðurin sigur, at í 2009 fingu 3.574 stuðul frá Studna sum fulltíðarlesandi og her er bæði talan um miðnám og hægri lestur. (Les restina á aktuelt.fo)