Fríggjadagin 26. august var innleiðsla fyri øll nýggj lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Gamli rektarin, Jóan Pauli Joensen, bjóðaði teimum lesandi og komandi rektarinum, Sigurði í Jákupsstovu, vælkomnum og nýggi rektarin segði eisini nøkur orð. Innleiðsludagurin er eitt afturvendandi tiltak, ið Setrið skipar fyri. Á innleiðsludegnum verða tey lesandi kunnað um ymiskt í samband við nýggja lesnaðin, til dømis Studna, First Class og um Setrið sum heild. MFS Føroya-nevnd var eisini við í ár og kunnaði um virksemi felagsins og í tí sambandi teknaðu 30 lesandi seg sum lim.

Eftir innleiðsluna hevði MFS Føroya-nevnd aðalfund og nýggj nevnd varð vald. Nevndin er minkað úr seks niður í fimm. Teitur Vágadal, Rita Dam Simonsen og Guðrið Poulsen halda fram og nýggju nevndarlimirnir eru Hallur av Rana og Hanus Samró. Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum enn.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta