Skrá fyri Vitan2011

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin! MFS skipar tann 27. august 2011 fyri einum átaki at fremja og kjakast um vitan og lestur. Sum felag teirra lesandi umboðar MFS tey, hvørs gerandisdagur snýr seg um at dyrka tað fakliga. MFS vil við Vitan 2011 kasta ljós á júst hetta. Tað fakliga. Vitanina.

MFS er varugt við, at vitan longu er til staðar í Føroyum. Avbjóðingin er sostatt ikki at byrja frá botninum. Vit nýtast ikki at enduruppfinna djúpa borðiskin. Avbjóðingin er hinvegin at varpa ljós á ta vitanina, vit longu hava í Føroyum, samstundis sum vit menna og styrkja hesa vitanina.

SKRÁ:

11:00 Vælkomin

Tórshavn sum lestrarbýur 11:05 Heðin Mortensen: Visjónir og konkret tilboð 11:30 Sigurð í Jákupsstovu: Visjónir og konkret tilboð

Vinnan og vitan 12:00 Marita Rasmussen: Hvørja vitan hevur og vil vinnan hava? 12:30 Rani Nolsøe: Hvørja vitan hava íverksetarar brúk fyri?

13:00 Døgurðasteðgur

Kvinnur og vitan 13:30 Kristianna W. Poulsen: Hava Føroyar mist eitt sjónarhorn? 14:00 Sonja Jógvansdóttir: Mangla Føroyar kvinnur í Løgtinginum?

Gransking og vitan 14:30 Annika Sølvará: Hvussu stendur til við gransking og hvussu kann betrast? 15:00 Eilif Gaard: Hví skal Løgtingið lurta eftir serfrøði?

15:30 Steðgur

15:50 Lestraryvirlýsing og politiskur pallborðsfundur.

Pallborðið:

Annika Olsen, Fólkaflokkurin Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin Høgni Hoydal, Tjóðveldi Rani A. Skaalum, Miðflokkurin Umboð fyri Framsókn

Orðstýrari: Bogi Godtfred

18:00 Lestraryvirlýsing undirskrivað av valevnum.

18:30 Liðugt