Markleys Útbúgving 2010 10. september á Hotel Føroyum


Kunna teg um markleysu útbúgvingarnar í heiminum, púra ókeypis á Hotel Føroyum fríggjadagin.

Fríggjadagin 10. septembur verður tiltakið 'Hvat nú? - Markleys útbúgving' hildið í Hotel Føroyum.

Av tí at tað kann vera ringt og tíðarkrevjandi at finna neyðugu kunningina um útbúgving á netinum, skipar Altjóða Skrivstovan í samstarvi við Mess fyri kunnandi tiltakið á Hotel Føroyum. Endamálið við tiltakinum er, at savna kunning um best umtóktu universitetslondini, í og uttan fyri Norðanlond, á einum stað, so ein fær neyðugu vitanina uttan at tað kostar einum óneyðuga tíð ella pening.

Harafturat ynskja fyriskipararnir at geva føroyskum ungdómi møguleika at uppliva eina ráðstevnu í heimsklassa, har ymiskir stjórar og íverksetarar, sum hava lokið sær útbúgving, greiða frá. Borðreitt verður við mati og drekka, og tiltakið endar við einum stórum endabrakið. Klokkan 16.30 stendur Surprise surprise á skránni, klokkan 17.30 er grýturættur og klokkan 19.00 koyra bussar oman í Deep.

Tiltakið byrjar klokkan 09:00 á Hotel Føroyum fríggjadagin 10. septembur. Tað kostar einki og tú kanst tekna teg her.

MFS er sjálvandi eisini við og hevur eisini ein bás uppi á Hotel Føroyum. Vit eru í svørtum blusum við búmerki MFS'ar á rygginum, og er fús at hjálpa. Umframt at vísa nýggju heimasíðuna fram, bjóða vit eisini eintøk av bløðunum Pisan og Fjølnir.

Takk til City.fo fyri lán av telduútgerð til tiltaki!

Eisini ber til at síggja upptøkur frá MÚ09 á heimasíðuni hjá ASK.