Pisudagar 2011 í retrospekt

Væleydnaðir Pisudagar MFS hevur í døgunum 2.-4. august verið við til at skipað fyri Pisudøgum í samstarv við Altjóða Skrivstovuna og Eik. Tiltøkini hava fyrst og fremst verið ætlað nýklaktu pisunum, ið byrja hægri lestur í komandi vikunum.

Fakta og mytir Hugsjónin handan tiltøkini hevur verið at geva teimum lesandi-to-be eina góða byrjan upp á lestrarlívið, við at veita teimum kunning um fakta og avsanna mongu myturnar, ið eru um hetta fyribrigdið at flyta heimanífrá - ella enntá uttanlands - fyri fyrstu ferð. Tí sum luttakandi á tiltøkunum hava sannað, so er tað at byrja at lesa meira enn bert bøkur og pensum. Í mongum førum skal bústaður finnast og flytast inn í, lestrarstuðul søkjast, freistir yvirhaldast og ja, hvussu fær man egentliga eitt CPR-nummar? Og passar tað, at ein skal hava skrásettan bústað í Danmark fyri at fáa SU?

Beinraknar pisur MFS er sera fegið um at hava fingið høvi at hitt og tosað við so nógvar pisur, ið vístu áhuga og ágrýtni, tá ið ivamál skuldu avgreiðast og fakta fáast upp á pláss. Við beinraknum spurningum prógvaðu pisurnar, at tær hava neyðuga áræði at fara undir hægri lestur – og samstundis at fara undir eitt nýtt og spennandi kapittul í lívinum.

Eisini var tað sera stuttligt at síggja pisur, ið fyrst ætla sær víðari á hægri lestur næsta ár, men sum longu nú eru byrjaðar at fyrireika seg, og tískil høvdu leita sær á pisudagarnar at forvitnast. MFS er ógvuliga fegið um at síggja slíkan áhuga fyri lestrarlívinum og vónar at síggja hesi aftur til pisudagarnar næsta ár til eina nýggja rundu við beinraktum spurningum.

Bert byrjanin Pisudagarnir er ikki seinastu ferð MFS skipar fyri lestrarviðkomandi tiltøkum. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at skipa fyri tiltøkum til tey lesandi, ið stimbrar tilvitanina til tað fakliga og setur vitan í hásæti. Bæði tey nýggju og tey garvaðu lesandi hava nógv at gleða seg til – pisudagarnir vóru bert byrjanin til eitt heyst á tremur við spennandi MFS-tiltøkum.

Sí allar myndirnar frá tiltøkunum her.