J-Dagur í Føroyahúsinum

Hóskvøldið 1. November verður J-Dagur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.Finnur Jensen - frá Páll Finnur Páll - fer á pallin!

Tiltakið byrjar kl. 19.00 og heldur fram til kl. 23.00

Millum kl. 19.00 - 20.00 kostar Jóla-ølin einans 1. kr! Og síðani hækkar prísurin 5 kr. hvønn hálva tíman. (Tó er avmarkað nøgd!).

Tiltakið er ÓKEYPIS fyri limir í MFS! Og 30 kr. fyri ikki-limir.

Hetta kvøldið er møguligt at melda seg sum lim fyri einans 100 kr., og harvið fáa tiltakið ókeypis.