Pisudagar 2011

Pisudagar 2011: Týskvøldið 2. august kl. 19:30 á deildini hjá Eik í Saltangará. Mikukvøldið 3. august kl. 19:30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í Havn Hósdagin 4. august kl. 12:30 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.


Bústaður, Føroyafrádráttur, arbeiði, NemKonta, nýggir vinir, nýtt mál – Nógv er at hugsa um, tá tú fert uttanlands at lesa. Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar pisur undir víðari lestur uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking og eisini hevur nógvar spurningar við sær. Tí skipa Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Altjóða Skrivstovan (ASK) og Eik Banki fyri Pisudøgum á hvørjum ári.

Tiltakið er fyri tey, ið eru sloppin inn uttanlands, og er endamálið at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við fólk ið eru undir lestur uttanlands, ið hava roynt at staði í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.


Tað vísur seg, at jú betur tú hevur sett teg inn í nýggju støðuna áðrenn tú fert undir víðari lestur, jú størri er tjansurin fyri eini góðari uppliving..” sigur Holger Arnbjerg, leiðari á ASK.

Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.

Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK; MFS og Eik. At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman.


Myndir frá Pisudegi í Klaksvík 2010 Myndir frá Pisudegi í Tórshavn 2010