Markleys Útbúgving 2007/08

Markleys Útbúgving 2007/08 verður hósdagin 27. september. Tá verður góður møguleiki at fáa lestrarvegleiðing um útbúgvingar í Føroyum, Danmark og fleiri øðrum londum. Tiltakið verður fyrst umborð á Smyrli, og tá verður tað eisini, fyri teir elstu flokkarnar í miðnámsskúlunum. Um kvøldið verður so sama tiltak á Handilsskúlanum í Tórshavn, og tá eru øll sum hava áhuga fyri útbúgving, hjartaliga vælkomin. Meira fæst at vita hjá Altjóða Skrivstovuni.