Samvinnan.com-tiltak í Klaksvík og avsláttur til Summarfestivalin

Innbjóðing til tiltak Sum startskot upp á Summarfestivalin skipar Klaksvíkar kommuna og Samvinnan fyri einum tiltaki, sum skal kunna virkir í Føroyum um førleikar teirra lesandi undir og eftir lestur. Endamálið við tiltakinum er at fáa samstarv millum vinnulívið í Norðoyggjum og lesandi uttanlands.

Ofta verður tosað um, at vinnulívið í Føroyum og lesandi uttanlands ikki gagnnýta hvønn annan nóg væl. Tiltakið eggjar báðum pørtum at samstarva og soleiðis geva eitt størri íkast til føroyska samfelagið. Luttakandi fáa høvi at hoyra, hvat Klaksvíkar kommuna kann bjóða lesandi, møta vinnulívsfólki og stuðla endamálinum við at møta fjølment.

Bílig atgongumerkir til Summarfestivalin Um tú sum limir í MFS luttekur á tiltakinum, kanst tú keypa atgongumerki til Summarfestivalin fyri einans 800 krónur. Tú sparur 100 krónur og tilboðið er galdandi fram til 3. august. Keyp av atgongumerki til Summarfestivalin fer fram við at senda ein teldupost til jorun@samvinnan.com; viðmerk navn, lestrarstað og útbúgving. Atgongumerki verður at avheinta og gjalda á staðnum.

Tiltakið verður í Skúlanum við Ósánna hósdagin 4. august, kl. 17.00 – 19.00. Borgarstjórin og varaborgarstjórin bjóða vælkomin, umboð fyri Samvinnan greiða frá, hvussu lesandi og fyritøkur kunna gagna hvørjum øðrum. Umboð fyri vinnulívið – Christian Nagata og Regin Jacobsen – siga nøkur orð, og Hanus G. Johansen framførir livandi tónleik. Eisini verður møguleiki at fáa eitt gott prát við einum góðum bita afturvið.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Við vón um góða undirtøku

Vinarliga Samvinnan.com