Skrivari/málsviðgeri til Sendistovu Føroya til London

Uttanríkisráðið søkir eftir barnsburðaravloysara at byrja um miðjan oktober fyri skrivara/ málsviðgera á Sendistovu Føroya til London. Starvið fevnir um fyriskipan av tiltøkum og vitjanum og menning av nýggjum verkætlanum. Vanligar uppgávur eru m.a. at svara fyrispurningum og at skriva frágreiðingar um áleikandi mál. Dagligu uppgávurnar eru at virka sum skrivari hjá sendiharranum og vanligt skrivstovuhald.

Vit vænta, at umsøkjarar hava nomið sær skrivistovuútbúgving, útbúgving á akademiskum stigi frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving. Vit vænta eisini, at tann, ið settur verður, hevur politiskt tev og góð samstarvsevni; er tænastuhugaður og lagaligur; er miðvísur og sjálvstøðugur; er stinnur í føroyskum og enskum máli.

Starvið er lønt helvt um helvt sum skrivari og málsviðgeri sambært galdandi sáttmála fyri lokalt sett starvsfólk á donsku sendistovuni til London. Sendistovan hjálpir fegin við at finna bústað, men tann, ið settur verður, hevur sjálvur ábyrgd av bústaðarviðurskiftum sínum.

Starvsstaðið er Sendistova Føroya til London, 55 Sloane Street, London SW1X 9SR. Sendistovan er partur av føroysku uttanríkistænastuni.

Vinaliga setið tygum í samband við Jóannes V. Hansen, komandi sendiharra, á telefon 296109 at frætta meira um starvið. Umsóknir við prógvum og øðrum skjølum skulu sendast til Uttanríkisráðið, Tinganes, FO-100 Tórshavn ella við teldubrævi til mfa@mfa.fo og vera frammi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2011 kl. 12.00.

Uttanríkistænastan fevnir um Uttanríkisráðið og sendistovur Føroya til London, Keypmannahavnar, Evropasamveldið og Reykjavíkar og er ein og sami myndugleiki.

Uttanríkistænastan er høvuðsamboðið og kveikjarin hjá Føroyum støðugt at tillaga føroyska samfelagið til alheimsgjørda heimin, til tess at íbúgvar, myndugleikar og vinnufeløg landsins fáa best hugsandi umhvørvi at búleikast, virka og mennast í, bæði burturi og heima.

Í Tinganesi 30. juni 2011 Uttanríkisráðið