Skráin fyri Pisudagin

Týskvøldið 7. august verður tiltak, Pisudagur, í Ungdómsdeildini. Fert tú at lesa víðari? So, Be There!! MFS, ASK og Eik skipa fyri tiltakinum, sum er ókeypis og verður í Ungdómsdeildini (beint yvirav SMS) týskvøldið 7. august kl. 19.30.

Skráin er hendan:

* Hvat er MFS og hvørjum virkar MFS fyri * Tær fýra nýstovnaðu MFS-nevndirnar greiða frá * Spurningar til MFS * Praktisk viðuskifti í smb. við at flyta av landinum (ASK) * Fíggjar-og skattaviðuskifti (ASK) * SU, ÚSUN, ÚS og ferðastuðul (ASK) * Hvørjir fíggjarligir møguleikar eru? Eik greiðir frá

Aftaná verður okkurt lekkurt ábit og Høgni Reistrup fer at spæla hugnaligan tónleik. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

Møtið fjølment!