G! Festival café kvøld

Nú komandi hóskvøld - 31. Mei - verður spennandi G! Festival café kvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Á skránni er sitikonsert við besta nýggja bólkinum í Føroyum "Boys In A Band", Búi Dam og Ása Vraae úr bólkinum "BUDAM" fara at framføra teirra stórstu hitt, og oddafiskurin aftanfyri G! Festivalin, Jón Tyril, fer at greiða frá bólkunum, og tónleikinum, á komandi G! Festivalið.

Hetta kvøldið verður enn einaferð møguligt at ogna sær Festivalpass fyri serligan lima-prís.

Festivalpass til G! Festivalin kosta hetta kvøldið einans 895 kr,- !!! Hetta er ein sparing pá 200 kr,-! (Prísurin er í løtuni 1095 kr,-)

Fyri at kunnu nýta hetta serliga tilboðið, mugu limirnir persónliga møta upp í Føroyahúsinum, og keypa tað har hóskvøldið. (Bert 1 billett pr. lim!).

Tiltakið er ÓKEYPIS fyri ØLL! Tó kunnu einans limir í MFS gera sær dælt av serliga Festival prísinum.

Um tú ikki ert limur, so er møguligt at tekna seg sum lim við dyrnar fyri hálvan prís!!! (Vanligur prísur 150 kr um árið - hetta kvøldið einans 75 kr,-)

>> TILTAKIÐ BYRJAR KL. 19.00 OG HELDUR ÁFRAM TIL KL. 23.00 << _____

Leygarkvøldið 2. juni. Operaen, Christiania:

FØROYSKUR DANSUR Á PUSHERSTREET TÝR PÉTUR BEN (ÍS) BOYS IN A BAND