Komandi hóskvøld - 3. Mei - hevur MFS eitt fantasiskt tiltak í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn. Har verður nevniliga Summar Festival café kvøld! ______________________
Tiltakið byrjar kl. 19.00 har Steintór Rasmussen fer at greiða frá um íverksetan og Summar Festivalin.
Arnfríð Lützen & Ingi Isaksen fara at spæla sangir frá bólkunum sum vera á komandi Summar Festivalið, og øðrum.
Klokkan 22.00 verður ein føroyskur dreymabólkur avdúkaður - sum fer at spæla á Summar Festivalinum í ár - og møguliga eisini teir spæla eitt lag.
Eftir hetta spæla og undirhalda Steintór, Arnfríð & Ingi.
Hetta kvøldið - og bert hetta kvøldið - kunnu limir í MFS keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin fyri einans 495 kr,- !!!
Tað er ein sparing pá næstan 300 kr,- !!! (7. Mei hækkar prísurin til Summar Festivalin til 795 kr,-)
Tiltakið er ÓKEYPIS fyri MFS-limir!
Onnur: 50 kr,- _______________________
Tiltakið er í samstarv við Skarv, sum hevur opið:
Hóskvøldið - ALLA NÁTTINA Fríggjakvøldið - Rani Nolsøe, Arnfríð Lützen og Páll Sólstein Leygarkvøldið - Millum Frændur
vitji eisini www.skarv.info _____________________
Billettin til Summar Festivalin kann einans keypast hetta kvøldið fyri "MFS-prís". Limurin má persónliga møta upp í Føroyingahúsinum, 3. Mei, og keypa hana. Tað er bert møguligt at keypa eina (1) billett, pr. lim.
Tó er sjálvsagt møguligt at keypa fleiri billettir fyri vanligan prís - 695 kr,- - sum fólk ið ikki eru limir í MFS eisini kunnu keypa. Hetta er ein sparing pá næstan 100 kr,- !
Tað er eisini møguligt at tekna seg sum lim við dyrnar - fyri 150 kr,- - og harvið fáa tiltakið ókeypis + avlsáttur til Summar Festival billettina