Fyrilestur við Jørn Astrup Hansen í Áarstovu í Århus

Hóskvøldið 12. apríl klokkan 19 skipar Árhusnevndin í MFS fyri fyrilestri í Áarstovu við fyrrverandi stjóranum í Føroya Banka og núverandi formanninum í Búskaparáðnum, Jørn Astrup Hansen. Jørn Astrup Hansen fer at hugleiða um menningina í føroyskum búskaparpolitikki – vinnupolitikki – frá 1975. Hugleiðingin liggur til grunds fyri greinini í tíðarritinum Samfundsøkonomien (apríl 2007): Færøerne – fra planøkonomi til markedsøkonomi. Astrup fer at siga frá persónligu royndunum sum bankastjóri í Føroyum í tíðarskeiðinum 1993-2005. Astrup kemur at nema við samanspælið millum vinnulívið og politikarnar, eins og hann fer at nerta við samanspælið – ella vantandi samspæl – millum politikararnar og ta fakligu servitanina.

Øll eru vælkomin til tiltakið. Tiltakið byrjar stundisliga klokkan 19, og vera fólk tí biðin, um at møta í góðari tíð.

Limir í MFS hava ókeypis atgongd til tiltakið.

Fyri ikki-limir í MFS er kostnaðurin 30 krónir.

Århusnevndin í MFS