Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum søkir starvslesandi við samfelagsvísindarligari bakgrund

Ert tú áhugað/ur í politikki og samfelagsviðurskiftum, gjarna við serligum atliti til Grønland og/ella Føroyar ? So er eitt pláss sum starvslesandi seinna hálvár í 2011 hjá Høgna Hoydal og Juliane Henningsen í Norðuratlantsbólkinum kanska nakað fyri teg. Tínar uppgávur vera fyrst og fremst at kanna, greina og samskifta politiska arbeiði og aðalmálini hjá bólkinum. Talan er um eina lítla skrivstovu við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum – innan politik, samskifti og fyrisiting – so umsøkjarin má vænta, at aðrar uppgávur eisini at vera.

Vit vænta, at tú ert áhugað/ur í politikki og samfelagsviðurskiftum, hevur góð samstarvsevnir, er ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú fært leypandi fakligar eftirmetingar av tínum arbeiði frá starvsfólkunum í bólkinum. Starvið sum starvslesandi er ólønt og starvstíðin er umleið 35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin kann leggjast til rættis eftir tørvi hjá báðum pørtum. Tíðarskeiðið er frá fyrst í september til síðst í januar 2012.

Tú kanst lesa meira um okkum og okkara arbeiði á dnag.dk og ring gjarna til Anniku Smith, ráðgeva hjá Juliane Henningsen á tlf. +45 33375412 ella til Joan Ólavsdóttir, ráðgeva hjá Høgna Hoydal á tlf. +45 33375449, um tú hevur spurningar.

Send eina stutta umsókn við lívsgongdarlýsing o.ø. í seinasta lagi 27. juni til dnag@ft.dk mrk. “praktikant” ella til Den Nordatlantiske Gruppe i Folketinget, Christiansborg, 1240 København K.