"Heimaftur?"

Í visjón 2015 verður dentur lagdur á, at útbúgving er ein av grundarsteinunum undir einum burðardyggum samfelagi, og tískil verður miðað ímóti, at ein størri partur av føroyingum skulu hava eina hægri úbúgving. Hagtøl frá stuðulsstovninum, sum eru grundaði á tey sum fáa ÚS og ferðastuðul, vísa, at tað eru 552 føroyingar undir hægri lestnaði í Føroyum, meðan yvir 1000 lesa uttanfyri landoddarnar. Seinastu tíðina hevur verið nakað av kjaki um, at tað er ein trupulleiki, at ov fá av hesum 1000 venda heimaftur til Føroyar aftaná loknan lestur. Hetta siga hagtølini onki um, og sostatt ber heldur ikki til at gera eina endaliga niðurstøðu - er talan um ein veruligan trupulleika ella bara ógrundaðar gitingar? Hvussu er og ikki, so tykist ivin um eina framtíð í Føroyum at vera rættuliga vanligur millum føroyingar uttanlands, og ein kann spyrja seg sjálvan, hví tað er so? Hvat kunnu vit gera fyri at fáa útbúna fólkið heimaftur?

Eigur føroyska samfelagið at gera meiri við hendan spurning, ella er tað líka so nógv tey lesandi sjálvi, ið eiga at skapa sína egnu framtíð í Føroyum ella aðrastaðni?

Hesir spurningar verða viðgjørdir á árligu lestrarstevnuni hjá MFS, ið verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 19. juli klokkan 19.00. Byrjað verður við tveimum uppleggum við Margretu Nónklett (fólkalívsfrøðingi) og Rani Nolsøe(Samfelagsfrøðingi). Síðani fara 4 ung fólk; Hallbera West, Heini í Skorini, Marianna Mørkere og Kári Sigvardsen at hugleiða um spurningin ”Heimaftur”?.

Eftir ein steðg, har Sámal Ravnsfjall fer at undirhalda aftur við einum kaffimunni, verður lagt upp til kjak har luttakarar í panelinum fara at kjakast, og somuleiðis verður møguleiki at seta fram spurningar úr salinum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfelt.

MFS vónar at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum mikukvøldið kl. 19.00