MFS tiltøk 2011

Mynd: Janus Ortind. MFS hevur higartil í ár skipað fyri tiltøkum, har vit varpa ljós á Føroyar og føroysk viðurskifti. MFS er felagið hjá teimum lesandi, og vilja vit tí altíð geva tiltøkum okkara ein lestrarligan dám. Skráin higartil í ár hevur verið hendan:

Tiltøk í Tórshavn 11. mars - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Sjálvstýri 18. mars - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Tjóðveldi. 24. mars - Kjakfundur í Miðlahúsinum ”Hvussu bróta vit óndu ringrásina”. 25. mars - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Samband. 1. apríl - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Ung fyri Miðflokkin. 8. apríl - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Sosialistisk Ung. 15. apríl - Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við HUXA.

Tiltøk í Keypmannahavn 4. februar - PISA-kanningin. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar viðgjørdu úrslitini av PISA-kanningini. 18. februar - Føroyar, dýrasta land í Evropa. Heri á Rógvu greiddi frá, hvussu kostnaðarstøðið er í Føroyum í mun til restina av Evropa. 18. mars - Eru Føroyar um at kvalast av demokrati? Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard í hólmgongu um demokratisku viðurskiftunum í Føroyum.

Komandi tiltøk MFS vil halda á fram at skipa fyri tiltøkum til tey lesandi. Tiltøk, har tey lesandi eru miðpunktið. Tiltøk, har viðkomandi lestrarlig evnir verða viðgjørd, umgjørd og tilgjørd. MFS vil ganga á odda at fremja lestrarumhvørvið hjá teimum lesandi.

Grundarsteinurin í MFS eru tey lesandi sjálvi, og fortreytin fyri væleydnaðum tiltøkum er miðvíst ágrýtni frá teimum lesandi. Bæði reint logistiskt tá ið skipað verður fyri tiltøkum, men eisini tá ið hugskot til tiltøk skulu mennast.

MFS vil tí fegin hoyra frá teimum lesandi sjálvum, hvørji tiltøk kundu verið áhugaverd. Komið við hugskotum, tankastrikum og viðmerkingum. Takið lut í tilgongdini. Komið og fái ávirkan á lestrarumhvørvið. Tykkara luttøka ger munin.

Við kvøðu MFS