Dagur teirra lesandi

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi bjóðar nú øllum føroyskum og grønlendskum lesandi í Danmark inn á Christiansborg til upplýsandi fund um arbeiðið á Fólkatingi fríggjadagin 31. mars. Umframt at hitta limirnar í norðuratlantsbólkinum, fáa tey lesandi møguleikan at hoyra og kjakast við fleiri framstandandi danskar politakarar, sum fara at bera sína hugsan fram um samstarvið millum Danmark, Føroyar og Grønland. Millum nøvnini sum verða á fundinum eru: Helle Thorning-Schmidt, Connie Hedegaard, Bertel Haarder o.o. Meir um skránna fæst at vita við at trýsta her.

Í samband við tiltakið verður skipað fyri ókeypis busstúri aftur og fram frá Aalborg, Århus og Odense. Tekning til bussferðina fer fram við at venda sær til grønlendska studentafelagið DKIK (hb@dkik.gl). Bussurin koyrir heimaftur dagin eftir, so neyðugt er at ein sjálvur syrgir fyri innivist í keypmannahavn tann 31. Tíðarætlan verður sent tykkum seinni.

Aftaná fundin á Christiansborg skipa MFS og DKIK fyri hugankvøldi á Føroyahúsinum í Keypmannahavn kl. 19.00. Á skránni verður borðhald við góðum mati, undirhald og tónleikur við Trónda Enni og Eyðun Nolsøe umframt eitt grønlendskt orkestur. Vælkomstdrykkur og 2 øl eru íroknaðar prísin. Hugnakvøldið endar kl. 01.00. Tá gongur leiðin víðari í býin (á Skarv sjálvandi).

Tilmelding til hetta tiltakið fer fram við at senda ein teldupost til: jphelgason@yahoo.com ella mfs@mfs.fo, ella við at ringja til MFS-skrivstovuna týsdag- og fríggjadag frá 14-18. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 24. mars. Kostnaðurin fyri hugnakvøldið er einans 100 krónur, sum rindast við dyrnar.