Cafékvøld og lestrarkunning

Hósdagin tann 30. mars skipar MFS fyri cafékvøldið á Føroyahúsinum við góðum tónleiki og lestrsrkunning. Kvøldið byrjar við tónleiki, sum Janus Kampmann og vinmaðurin Mikkel standa fyri. Afturvið verður borðreitt við góðari súpan. Aftaná verður fokus sett á møguleikarnar at fara í starvsvenjing ella uttanlanda at lesa í eitt ella tvey semestur. Holger Arnbjerg frá ASK fer at greiða frá møguleikunum undir ÚSUN-skipanini, síðani kemur eitt umboð frá EDU at greiða frá møguleikunum at lesa uttanfyri Evropa, og at enda fara lesandi sum hava roynt at verið í praktikk og "útveksling" at greiða frá sínum upplivingum og royndum. At enda runda Janus og Mikkel av við nøkrum undirhaldandi tónum.

Tað eru nógv sum ikki eru varug við allar møguleikarnar ið ein skipan sum ÚSUN gevur okkum føroyingum. Tað er vanligt at fólk søkja um uttanlandauppihald ígjøgnum universitetið tey lesa á. Tá eru møguleikarnir avmarkaðir til teir lærustovnar skúnin samstarvar við og oftani er ikki gjørligt at sleppa júst har ein helst vil. Vit føroyingar hava valið at søkja sjálvi eftirsum vit hava møguleikan at fáa skúlan goldnan ígjøgnum ÚSUN-stuðulin. Valið gerst tá nógv meiri fjølbroytt og áhugavert, tí tá er tað so at siga bert hugflogið ið setir avmarkingar. Kom og hoyrið meira tann 30 mars á føroyahúsinum!!!

Tiltakið byrjar kl. 19.00 og er ókeypis.