Starvslesandi til sendistovurnar

Uttanríksiráðnum tørvar starvslesandi til sendistovur teirra í Reykjavík, Keypmannahavn, Brússel og London.Umsóknarfreistin er longd til 26. apríl.

Nú stundar til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi til seinnu hálvu í 2011. Aftur hesu ferð taka allar sendistovurnar ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er 26. apríl. At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Sí meira á heimasíðuni hjá Uttanríksiráðnum.