Aðalfundur

Tann 3. mars verður árligi aðalfundurin hjá MFS. Hesuferð hava vit avgjørt at hava fundin í Århus. Hetta gera vit bæði tí vit vilja vísa andlit aðrastaðni enn í Føroyum og í Keypmannahavn, og tí vit eru í ferð við at skapa eitt MFS sum fevnir breiðari geografiskt. Aðalfundurin hesuferð verður meiri limavinaligur og sosialur enn undanfarin ár og ætlanin er at draga tey lesandi inn í eitt kjak um, hvussu MFS kann umskipast soleiðis at felagsskapurin verður meiri nútíðarhóskandi og møtir krøvunum sum tey lesandi seta í dag. Hvussu skal MFS síggja út og hvat vænta tey lesandi av MFS verður høvuðskjakevni til aðalfundin í ár. Nevndin hevur gjørt sær nakrar tankar um hvussu felagið kann broytast til tað betra og aðalfundurin skal m.a. brúkast til at kjakast um fleiri alternativ. Tí vóna vit eisini at nógv fólk leita sær oman í Áarstovu í Århus tann 3. mars. Fyri at lokka fólk við úr keypmannahavn hava vit avgjørt at rinda busbillettina fyri limir felagsins. Tekning fer fram við at venda sær til skrivstovuna. Freistin at tekna seg er 26. februar.

Umframt kjak, ársfrágreiðing og val av ráðið verður cafékvøld við tónleiki um kvøldið eftir at ráðið hevur skipað seg. Ein neyvari lýsing og skrá fyri aðalfundin kemur seinni.