Pokerkapping

Fríggjakvøldið 10.feb. skipaði MFS fyri poker-kapping í Føroya-húsinum í Keypmannahavn. Tiltakið var bert fyri limir, men høvið var eisini at tekna seg sum lim hetta kvøldið. Nógvir góðir vinningar vóru, m.a. var høvuðsvinningurin ein ferð við Atlantic Airways tur/retur til Føroyar. Eisini var møguleiki at vinna atgongumerkir til teir stóru festivalarnar í Føroyum í summar – G! –festivalin og Summar-festivalin. Afturvið øllum hesum var eisini whiskey/cognac – og sigarbarr umframt klavertónleikur, framførdur av argjamanninum Bárði Johannesen.

Tiltakið var væleydnað, og verður uttan iva endurtikið einaferð í framtíðini.

Íalt vóru 29 luttakarar, og kappingin vardi í uml. fíra tímar. Klokkan 23:45 var liðugt. Rógvi Joensen, sum er ein av MFS-ráðslimunum, streyk avstað við høvuðsvinninginum. Nr. 2 gjørdist eisini ein ráðslimur, Jóhan Pauli Helgason. Kristian Eli Andersen gjørdist nr.3 og á 4. Ólavur Kjølbro og 5. plássinum Oddur.

Eitt gott tiltak var at enda komið, og MFS vil hervið nýta høvi at takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt stuðlaðu tiltakinum. Bæði sponsorum og luttakarum.