Fyrilesturin í Áarstovu

MFS skipaði fyri áhugaverdum fyrilestri við Tórunn Ellingsgaard og Beintu L. Jacobsen leygarkvøldið tann 28. januar í Áarstovu. Tórunn hevur m.a. arbeitt í SVF, MTV og seinast á TV2. Hon er útbúgvin journalist og hevur m.a. útgivið eina bók um Peter Brixtofte. Beinta hevur m.a. arbeitt í ÚF, og hevur skrivað fyri føroysku tíðindabløðini. Hon er útbúgvin journalist og lesir nú stjórnmálafrøði á Árhus Universitet.

Umleið 30 fólk høvdu leita sær til fyrilesturin, sum sæst á myndini, so var væl fylt upp í Aarstovu.

Tær báðar tosaðu um teirra arbeiðsroyndir innan føroyskar og danskar fjølmiðlar.

Víst var millum annað á, at man ikki far tíð at seta seg inn í tilfarið í Føroyum samanbori við Danmark, men at tað var lættari at fáa søgur ígjøgnum í Føroyum enn í Danmark.

Politikarar kundu gera ymiskt í Føroyum uttan at tað kemur í fjølmiðlarnar, fólk vilja verja politikarnar, tey vilja ikki siga hvat tey vita.

Tað vóru fleiri fólk í salinum, sum tóku orðið.