Tiltak í Jólafrítíðini

Hósdagin 28.12 skipa MFS og Altjóða Skrivstovan í felag fyri áhugaverdum fundi fyri øllum lesandi uttanlands.Talan er um ein pallborðsfund, har kjakast verður um tað at venda heimaftur til føroyska arbeiðsmarknaðin.

a. Ein lesandi fer at greiða frá um sínar vónir, ynski og krøv til tað at koma heimaftur til Føroyar eftir lokna útbúgving í útlandinum. b. Ein nýútbúgvin fer at greiða frá, hvussu tað er at koma heimaftur. c. Umboð frá arbeiðsmarknaðinum fara at greiða frá, hvørjir arbeiðs- og karrierumøguleikar eru í Føroyum.

Framløgur verða eisini frá einum lesandi undir ÚSUN-skipanini og frá einum umboði frá MFS. MFS vil í hesum sambandi fegin kjakast meiri um samarbeiði og felagsskapsarbeiði uttanfyri Danmark. Hvat vænta vit av hvørjum øðrum? Hvat kann MFS gera? Hvat vænta/krevja tit av einum felagið sum MFS?

Altjóða Skrivstovan verður til staðar og er áhugað í at hitta teg til eitt prát um, hvussu lestnaðurin gongur. Um tú hevur trupulleikar við SU, skatti, merit ella aðrar spurningar, kanst tú fáa vegleiðing og hjálp frá ASK.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum kl. 20.00 - Møtið fjølment!!