Skriviskeið (heyst 2005)

Uppgávan er at argumentera Høvuðstrupulleikarnir í sambandi við skrivligar uppgávur er oftast ikki orðing og stavseting – tað ber altíð til at fáa onkran at hjálpa sær við at rættlesa lidnu uppgávun. Heldur er tað at fáa argumentatiónina at hanga saman og skipa tekstin, so hann er skilligur, greiður og grundaður á sakligar og góðar grundgevingar. Argumentatiónin er avgerandi fyri dygdina í einari akademiskari uppgávu, og hvussu hon verður mett av próvdómarum. Hóast hetta verður frálæra í argumentatión og uppgávuskriving so at siga ongastaðni boðin fram á lærustovnunum.

Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at kenna aftur og greina sundur argumentatión, soleiðis at uppgávuskrivarin verður betur førur fyri at skipa argumentatiónina í skrivligum uppgávum. Vit fara at lesa, greina og umskriva brot úr akademiskum uppgávum og fjølmiðlagreinum. Eisini verða luttakararnir kunnaðir um grundleggjandi argumentatiónsteori. Skeiðið er ætlað øllum, ið skulu skriva uppgávur í sambandi við sína útbúgving.

Skeiðið verður hildið í Føroyahúsinum leygardagin 22. oktober frá 10.00 til uml. 14.00. Dánial Hoydal, stud. mag í retorikki, stendur fyri skeiðnum.

Kostnaður fyri luttøku:

Limir í MFS : 50 kr. Onnur: 175 kr. Skeið + limagjald: 200 kr.

Tekning fer fram á mfs@mfs.fo, og peningurin skal gjaldast inn á konto 9570 0002 154 560. Minst til at viðmerkja fult navn. Til ber at tekna seg líka til tann 22. okt., men best hevði verið, um tú boðaði frá luttøku frammanundan!