Ongin vinnari - einans taparar

"Ongin vinnari - einans taparar". Soleiðis var yvirskriftin í fyrstu uppgávuni, skeiðluttakararnir á skriviskeiðnum í Føroyahúsinum fingu útflýggjað leygardagin 22. okt. Talan var um eina oddagrein úr Dimmalætting, sum skuldi greinast út frá argumentatiónsteoretiskum myndli. Ikki tí, henda yvirskriftin er nokk ikki hóskandi at lýsa sjálvt skeiðið, tí semja tyktist vera um, at tiltakið var rættiliga væl eydnað, og øll høvdu helst vunnið nakað við skeiðnum. Dánial Hoydal, sum er um at vera liðugt útbúgvin retorikari av universitetinum, stóð fyri skeiðnum, sum fyrst og fremst snúði seg um argumentatión í akademiskum uppgávum. Útgangsstøði varð tikið í næstan klassiska myndlinum um at eitt argument stendur av einum pástandi, sum er undirbygdur av eini grundgeving, sum aftur er tengd at eini heimild. Ein útbygd útgáva av hesum einfalda myndli virkaði síðani sum amboð hjá luttakarunum at arbeiða sjálvstøðugt og í felag við greining av bæði tekstum úr bæði føroyskum og donskum avísum. Umframt hetta varð eisini arbeitt við at djúpa seg í argumentatión í nøkrum útvaldum akademiskum uppgávudømum.

Sum roynt var at leggja upp til undan skeiðnum, so var málbólkurin rættiliga breiður, og tað vísti luttøkan eisini. Fólk vóru av so ymsum útbúgvingum sum tónleikavísund, støddfrøði, stjórnmálafrøði, løgfrøði o.s.fr. Umframt hetta var eisini rættiliga ymiskt, hvar fólk vóru stødd á útbúgvingarleiðini. Onkrum vantaði bert høvuðsuppgávuna, meðan onnur vóru so at siga á fyrsta parti av útbúgving síni enn. Tað tyktist ikki gera tann stóra munin, og tey 8 fólkini, sum høvdu valt at nýta hendan leygardagin í heystfrítíðini á skúlabeinki, mundu vera heilt væl nøgd við úrtøkuna.

Luttøkan á skeiðnum var kanska ikki so stór sum væntað og vónað, men góðu royndirnar við hesum skeiðnum kundu bent á, at eitt skeið av sama slagi aftur verður á skránni seinni.